Manglandi førleiki

Javnaðarflokkurin hevur mótvegis øðrum eitt greitt boð uppá hvønn løgmann vit fáa eftir løgtingsvalið, meðan t.d. Tjóðveldisflokkurin í síni sjálvrannsakan ikki vil siga fólkinum frá hvør hesin verður fyrr enn eftir eitt løgtingsval.

Nú tá landsstýrisflokkarnir við Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum á odda hava víst hvat teir duga til, nevniliga at søplað burtur málið um endurgjald frá dønum fyri handfaringina av bankabjargini, leggja teir báðir Eilif Samuelsen og Bjarni Djurholm eftir formanni Javnaðarfloksins og leggja hann undir at hava havt ein fingur við í spælinum, nú tá danska stjórnin, ikki tykjist at verða sinnað fyri samráðingum fyrrenn eftir løgtingsvalið.

Tað er nógv fyri, at hesir flokkar í sínum egna máttloysi, kasta av sær skuldina fyri eina ótrúliga klossuta handfaring av málinum og sigur tað meiri um teir sjálvar enn nakran annan.

Jóannes Eidesgaard sum dugir at svarað fyri seg og tí ikki hevur fyri neyðuni at onnur tosað hansara vegna, fer ikki at hava sitandi á sær slíkar skuldsetingar sum hesir flokkar nú so altráðir vilja leggja honum til last. Og Føroya fólk veit, at Javnaðarflokkurin tann ábyrgdarflokkur hann er, ikki hevur fyri neyðini at leggja forðingar í vegin fyri hesum báðum landsstýrisflokkunum, tí tað klára teir eftir øllum at døma uttan nakrað hjálp. Og Føroya fólk veit, at Javnaðarflokkurin hevur fólk sum vilja Føroya landi væl og sum er størsti garanturin fyri, at vit fáa eina leiðslu sum bæði torir at taka avgerðir og gjøgnumføra tær uttan drál.

Men hvussu kann tað so bera til, at vit eftir øllum at døma skulu missa eitt fyri Føroyar so týdningarmikið mál á gólvið. Svarið er einfalt. Landsins leiðsla við Sambandsflokkinum væl stuðlaður av Fólkaflokkinum hevur ikki neyðugan førleika til at stýra hesum landi. Hesum hevur Javnaðarflokkurin ávarða ímóti og fer framvegis at gera tað.

Hóast hesir flokkar við fullari semju í samgongu sum andstøðu, stóðu sum ein maður, hava hesir samgonguflokkar klára tað kynstri ongin annar kann gera teimum eftir, nevniliga at syrgja fyri at ongin semja finst um nakað sum helst longur.

Og mangur føroyingur man sita við ringum smakki í munninum, eftir at føroyingar við uppreisnini í bankamálinum nú av sitandi landsstýrið enn einaferð eru gjørd fyri skommum.

At hevnd løgmansins til sítt egna valfelag, skal fáa so stóran týdningi fyri alt Føroya land, er at misbrúka valdið sum hesin hevur fingið litið upp í hendi og vit kunnu ikki annað enn taka undir við partamanni løgmansins tá hesin sigur at løgmaður er óútrokniligur. At so Fólkaflokkurin heldur ikki hevur klárað at sett samgonguleiðaran uppá pláss sigur nakað um teirra førleika.

Tí má vend koma í. Føroya fólk kann ikki liva við, at landsins hægsta leiðsla ger okkum øllum fyri skommum og tí er tað at løgtingsvalið komandi hevur so stóran týdning.

Javnaðarflokkurin hevur sum altíð ein greiðan boðskap um hvussu hann vil varðveita og framhaldandi stýrkja um vælferðarsamfelagið. Eitt vælferðarsamfelag sum Javnaðarflokkurin er einasti garanturin fyri. Ikki nokk við tað. Javnaðarflokkurin hevur eisini fólk sum hava víst at tey tora at taka eina støðu og halda fast við hana. Hetta skapar virðing bæði innanlanda og ikki minst uttanlanda.

Javnaðarflokkurin hevur mótvegis øðrum eitt greitt boð uppá hvønn løgmann vit fáa eftir løgtingsvalið, meðan t.d. Tjóðveldisflokkurin í síni sjálvrannsakan ikki vil siga fólkinum frá hvør hesin verður fyrr enn eftir eitt løgtingsval.

Tí er tað av so stórum týdningi, at Javnaðarflokkurin kemur sterkur úr einum løgtingsvali, so vit kunnu uppbyggja álti og virðingina fyri Føroyum og føroyingum.


Jákup Danielsen