Heidi Petersen
løgtingskvinna
??????
Nú staðfest er, at ikki allir egnaðir næmingar verða tiknir upp á miðnámsútbúgvingunum í Føroyum, má hetta sigast at vera sera óheppi og lítið visionert fyri Føroyska samfelagið.
Skulu vit gera okkum vónir um at lyfta føroyska samfelagið upp á eitt hægri vitanarstøði og satsa okkara framtíð upp á vælútbúgvið fólk, ber als ikki til at leggja forðingar í vegin fyri okkara ungdóm og avskera hann frá tí út-búgving, sum skal vera við at geva samfelagnum tað neyðuga lyftið fyri at bera framtíðar vælferðina.
Hetta kann metast við at gera eina veltu, har eplini ikki eru komin í jørðina um várið, tá so heystið kemur og frukt-irnar skulu fáast úr jørð-ini, eru ongar fruktir at heysta. Og júst tað er vandamálið, vit koma at mangla útbúgvið fólk at byggja okkara framtíð á.
Eisini tann staðfestingin, at skúli hækkar upptøkukrøvini, haldi er vera sera óheppi. Fyrst og fremst fyri næming-arnar, sum ikki eru kunnaðir um støðuna frammanundan, og eis-ini fyri hagtølini, sum nú ikki vísa øll sum veruliga eru egnaði, men nú upptøkukrøvini eru umdefinerað, koma hesi at standa sum umsøkjarar sum ikki vóru egnaði. Tað vil siga at í veruleikanum eru nógv fleiri enn tað, sum tølini vísa, sum ikki sluppu inn á eina miðnámsútbúgving.
Samstundis sum samgongan veitir skattalætta til tey ríku, hevur man ikki fíggjarorku at geva ungdóminum neyðuga útgangsstøðið til framtíðina, og á tann hátt gerst alt tos um visión 2015 innantómur orðafloymur.