Tosið um samanlegging við norska felagið Smyril Line hevur einki upp á seg. Og Norröna fer eisini komandi summar at sigla eftir vanligu summarferðaætlanini, sigur nevndarformaðurin i Smyril Line, Klæmint Weihe, sum vísir aftur øllum tosi um, at Fjord Line skal yvirtaka Smyril Line eftir trýsti frá fíggingarstovununum hjá Smyril Line. Smyril Line hevur ongar ætlanir um at selja Norrönu, sigur hann.
Hann váttar, at samráðingar eru við fíggingarstovnarnar um støðuna hjá Smyil Line, ið sum øllum kunnugt er nakað strævin. Men hann væntar, at tað fer at liggja ein semja á borðinum nakað skjótt,og hon fer at vísa, at Smyril Line fer at halda fram sum sjálvstøðugt felag, metir hann.
Men hann váttar, at tað gongur ikki nóg væl á nýggju vetrarrutuni til Íslands, og har má finnast ein loysn. Inntøkurnar hava svikið, og so ber ikki til.
Eingin samanlegging
Nógvar søgur ganga um lagnuna hjá Smyril Line, eftir at felagið saman við norska felagnum Fjord Line sendi út tíðindaskriv, har boðað varð frá, at arbeitt varð við eini samstarvsavtalu millum feløgini.
Frammi hevur verið, at fíggingarstovnarnir hjá báðum feløgunum skulu hava kravt, at feløgini leggja saman fyri at fáa betri rakstur.
Eisini hevur verið gitt, at norska felagið fór at svølgja Smyril Line og fara avstað við Norrönu fyri síðan at seta annað skip á summarrutuna hjá Norrönu.
hesar søgurnar hava millum annað botn í, at hetlendski nevndarlimurin í Smyril Line, Morgan Goodlad, og kunningarstjórin í Fjord Line, Atle Kvamme, hava sagt við ávikavist hetlendskt blað og føroyskt útvarp, at talan kann gerast um samanlegging.
Men Klæmint Weihe vísir staðiliga aftur, at nakað er um hetta. Í hvussu er ikki, sum hann kennir støðuna í løtuni, sigur hann.
?Eg fekk eitt teldurbræv frá Morgan (Goodlad, blðm.) beint eftir, at hatta hevði staðið í hetlaendska blaðnum, har hann segði, at hann var ikki rætt endurgivin í blaðnum, greiðir Klæmint Weihe frá.
Sosialurin hevur roynt at fingið orð á Morgan Goodlad, men tað eydnaðist ikki. Av skrivstovu hansara varð sagt, at hann var í Keypmannahavn og hevði onga fartelefon.
Klæmint Weihe váttar, at øll leiðslan hjá Smyril Line er í Keypmannahavn, har tosað verður um innanhýsis viðurskiftini hjá felagnum. Ongar samráðingar eru við aðrar partar beint nú, sigur hann.
Um tað, sum kunningarleiðarin á Fjord Line hevur sagt við Útvarpið, sigur Klæmint Weihe, at tað kann hann ikki gera viðmerkingar til.
?Eg havi ikki hoyrt hatta. Eg kenni ikki mannin og veit ikki, hvat hann heldur kann fara at henda í framtíðini, sigur Klæmint Weihe.
Gomul avgerð
Nevndarformaurin í Smyril Line sigur, at tað, at Fjord Line flaggar síni skip út og skrásetir tey í føroysku altjóða skipaskrásetingini, einki hevur við komandi samstarvið við Smyril Line at gera, sum onkrar keldur vilja vera við.
?Her er talan um eina gamla avgerð hjá teimum, sum nú gerst møgulig, tí norsk lóg nú loyvir tí, sigur Klæmint Weihe.
Smyril Line og Fjord Line kennast soleiðis professionelt, sigur hann, og tað er tí, at tingast hevur verið um eina samstarvsavtalu. Einki við lánveitarar at gera, leggur hann dent á.
?Vit brúka somu havnir í Noreg og í Danmark, og tað var tí natúrligt at tosa saman um samstarv heldur enn bara kapping.
?Fjord Line hevur eisini trupulleikar at dragast við, eins og øll onnur reiðarí í hesari vinnuni, so tað er upplagt, at eisini teir royna at finna avtalur, sum kunnu minimera útreiðslurnar. Júst sum Smyril Line alla tíðina noyðist, sigur Klæmint Weihe, nevndarformaður í Smyril Line.
Annað skip
Eina avleiðing av eini komandi samstarvsavtalu við Fjord Line metir Klæmint Weihe fara at gerast, at Norröna um veturin fer at sigla á eini av rutunum hjá Fjord Line. Til dømis millum Noreg og England.
Tað merkir so, at hon verður tikin úr aftur vetrarsiglingini her norðanfyri, og at Smyril Line so má fáa sær annað skip til ta siglingina.
Smyril Line fór í heyst undir at sigla til íslands við Norrönu, og var ætlanin, at hendan rutan skuldi vera allan veturin.
Men rutan hevur ikki gingið serliga væl, og lítið hevur higartil verið at flutt av farmi, ásannar Klæmint Weihe. Hann gevur lutvíst veðrinum skuldina, men sannar tó, at tað er ikki bara sum at siga tað at byggja nýggja rutu upp.
Tað er ikki heilt óvist, ásannar hann, at neyðugt verður at gevast at sigla við Norrönu til Íslands um veturin og heldur fáa annað skip at sigla. Verður so Norröna leigað út um veturin, verður tað kortini neyðugt.
Íslandsrutan hevur ikki fignið tann farm, sum neyðugur er, so tað kann kanska gerast neyðugt kortini at skifta skip har, hóast Norröna siglir í norðurhøvum um veturin, heldur nevndarfomaðurin í Smyril Line. Hann heldur ikki, at tað er rætt at sleppa rutuni beinanveg, hóast hon ikki ber seg enn, tí tað tekur tíð at byggja slíka upp, vísir hann á.
Royna skáa
Tað er einki dulsmál, at Smyril Line flýtur tungt í løtuni, og arbeitt verður av allari makt við at fáa ein avdráttarskáa, sigur nevndarformaðurin. Hann vónar, at tað fer at bera til at fáa ein slíkan nøkur ár fram.
Smyril Line hevði vónað at fáa part í flutningi av alifiski, sum væntandi skuldi vera ein stórur partur av føroyska búskapinum.
Men hesar ætlanir felagsins fóru mestsum heilt fyri einki við fallinum í alivinnuni. Og Tað sær einki út tey tvey komandi árini heldur, sigur Klæmint Weihe.
Men at Norröna verður at síggja aftur í Føroyum næsta summar, sum hon plagar at vera, er hann ivaleysur í.