Manhattan og Cippo við nýggjum profili

Manhattan skal vera Føroya størsta øl pubb við livandi góðsku tónleiki fimm kvøld um vikuna, og Cippo skal í nógv størri mun bjóða livandi tónleik og hvørt leygarkvøld nøkta tørvin hjá teimum 23-27 ára gomlu. Hetta eru ætlanirnar hjá nýggju eigarunum av barrini og dansistaðnum.

Herfyri keyptu menninir aftan fyri raksturin av Cippo, bæði Cippo og barrina Manhattan frá Mouldi Manai, ið sostatt fór burturúr náttarlívinum í Havn, ið hann hevur verið við til at myndað tey seinastu sekstan árini. Tað lá longu í kortunum, tá sølan var framd, at nýggju eigaranir Rúni Djurhuus og Háldan Haldansen høvdu ætlanir um broytingar. Hetta hóast teir ikki høvdu nakrar viðmerkingar tá. Men hetta vikuskiftið lata Cippo og Manhattan upp við nýggjum profili og stórum ætlanum. Cippo skal bjóða livandi góðsku tónleik, og góðar plátuvendarar, meðan Manhattan skal gerast størsta øl pubbin í Føroyum.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Cippo við livandi tónleik
Leygarkvøld á Cippo verður nú ætlað teimum 23-27 ára gomlu, greiður Rúni Djurhuus frá. Hann sigur, at hesin bólkur í løtuni ikki veruliga hevur nakað stað at fara. Tí fer Cippo at bjóða teimum innar hvørt leygarkvøld. Her er ikki talan um eitt veruligt aldursmark, ið bert umfatar hendan bólk, men heldur at tónleikaprofilurin verður lagdur til rættis at passa til hendan bólk. Ein partur av hesum verður gjørt við, at livandi tónleikur við nøkrum av Føroya bestu bólkum verður annað hvørt leygarkvøld, harumframt spæla DJarnir eisini tónleik til henda málbólk. Leygarkvøldið er tað All That Rain, ið leggur fyri.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Spælistað í Tórsgøtu
Fríggjakvøld verður ókeypis atgongd á Cippo, ætlanin er, at minnið royndir bólkar og bólkar, ið vanliga ikki hava møguleika at spæla á dansistøðum sleppa at framføra tá. Her verður altso talan um eitt slag av livepalli ella spælistaðið um tú vilt, greiður Rúni Djurhuus frá. Hetta verður ivaleyst ikki hvørt fríggjakvøld, men skiftir eitt sindur við DJar . Profilurin fríggjakvøld verður eitt sindur yngri enn leygarkvøld.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Spurnar- og poolkapping
Upplatingartíðirnar á Cippo verða broyttar eitt sindur. Cippo letur upp kl. 17 mánadag til fríggjadag, leygardag og sunnudag er opið frá kl. 14.00. Eisini mitt í viku verða tiltøk, týskvøld verður Quiz Master spurnarkapping við vertinum James Olsen. Rúni Djurhuus greiðir frá, at ætlanin er, at brúka hølini og tað útgerð í er í teimum, soleiðis at t.d. ljóðspurningar og annað verða partur av spurnarkappingunum.
Hvørt hóskvøld verður poolkapping við sera góðum vinningum,  eitt nú uttanlandsferðum og tílíkum.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Nógvur livandi tónleikur
Eisini Manhattan hevur broyttar upplatingartíðir. Nú verður opið øll kvøld uttan mánakvøld. Mikukvøld til sunnukvøld verður livandi tónleikur, her verður talan um góðsku tónleik, sigur Rúni Djurhuus. Vit fara at hava stór føroysk nøvn og útlendskar trubadurar, eitt nú er avtala gjørd við tiltikna trubadurin Doc, um at koma at spæla., greiður Rúni frá. Hetta vikuskiftið eru tað Finnur Jensen og Høgni Reistrup, ið fara á pallin fríggjakvøldið og leygarkvøldið. Hetta er síðsta konsertin hjá teimum báðum, áðrenn teir fara til Danmarkar, har teir búgva.  Í kvøld hóskvøldið er tað Jákup Dam spælir, ið spælir.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Fyrireika seg til HMHM í fótbólti stendur fyri durum. Manhattan og Cippo hava fyrireikað seg til hetta, og ætla at vísa tveir í senn undir  HM, ein dyst í Manhattan og ein í Cippo. Cippo hevur frammanundan tvær stórar videokanónir, og nú eru tríggir stórir plasma skíggjar settir upp í Manhattan, sigur Rúni Djurhuus