Mánin verður reyður í nátt

Mánamyrkingin er á sítt hægsta meðan fólk flest sova.

Tað er komandi nátt, at føroyingar hava høvi at uppliva eina mánamyrking. Hendan mánamyrking er sindur meira serlig enn aðrar, tí samstundis sum jørðin skuggar sólarljósinum, so er mánin ein sokallaður supermáni.


Les meira um tað við at trýsta á her: Hendir ikki aftur fyrr enn 8. oktober 2033


Um føroyingar ætla at uppliva hetta serstaka náttúrufyribrigdi, so kann talan skjótt gerast um eina langa nátt. Sambært Hanusi Kjølbro, so byrjar fyribrigdið ikki fyrr enn um tvey tíðina í nátt.


- Fyribrigdið byrjar mánamorgunin klokkan 02:07, tá ið mánin fer inn í allan skuggan. Tað fer ikki at síggjast so væl í byrjanini. Klokkan 03:11 skuggar jørðin allan mánan. Tá sæst hann reyður.


- Klokkan 03:47 er mánamyrkingin komin upp á sítt hægsta - eftir tað minkar reyði liturin eitt vet til klokkan 04:23, tá ið mánin er leysur av skugganum frá jørðini.