Manipulerandi spurningur

Ein av spurningunum hjá Fynd í veljarakanningini fyri Dimmalætting og Útvarp Føroya er manipulerandi og kann hava avlagað úrslitið av kanningini.

 

Spurningurin, eg sipi til, er hesin:

Ert tú fyri víðkaðum sjálvstýri innan fyri ríkisfelagsskapin og undir donsku grundlógini?

Helst munnu tey fægstu vita, hvat ein víðkað skipan innan ríkisfelagsskapin og undir donsku grundlógini í veruleikanum merkir fyri Føroyar.


Skal svarið uppá ein slíkan spurning vera eftirfarandi, er neyðugt at fólk vita, hvat broytingin førir við sær.

Fyri mær er tað ófatiligt, at Fynd, sum má roknast at vera mannaður við professionellum fólki, ikki upplýsir fólk um, hvørjar álvarsligar avleiðingar ein slík avgerð fer at fáa fyri Føroyar.

Ein skipan undir donsku grundlógini merkir, at Føroyar gerst danskur landslutur. Hetta hevur við sær, at Føroya fólk við hesi skipan, frásigur sær sín tjóðskaparliga sjálvsavgerðarætt. Hervið missir Føroya fólk rættin til evsta lóggávuvald í Føroym, rættin til at umboða seg sjálvt sum tjóð í altjóðasamfelagnum, og Føroya fólk missir eisini yvirvalds- og ognarrættin til alt tilfeingi í Føroyum, t.d. olju og onnur møgulig ráevni í undirgrundini.

Hetta er í hvussu er, hvat serfrøðingar siga, og enn havi eg ikki sæð nakað, sum týðiliga og greitt afturvísir teirra útsøgnum.

Eg haldi, at tað minsta mann kann krevja, tá Fynd ger veljarakanningar fyri ein almennan stovn sum Útvarp Føroya, at fólk verða upplýst um, hvat tað er tey í veruleikanum verða spurd um.

Ikki trúgvi eg, at 54 prosent høvdu svarað ja uppá spurningin um víðkað sjálvstýri og undir donsku grundlógini, vistu tey at rættindi okkara vórðu mist nú og í framtíðini, fyri okkum og okkara eftirkomarar.