Ein kinesiskur kavbátur við trimum monnum var í dag niðri á meiri enn 7.000 metra dýpi í Marianergrøvini, sum er millum Asia og Avstralia. Myndugleikarnir í Beijing siga, at kavbáturin, sum eitur "Jiaolong" var 7.020 metrar undir vatnskorpuni. Ferðin niður og uppaftur tók næstan 11 tímar.
Serfrøðingar siga, at kavbáturin er ikki egnaður til størri dýpi enn tað, sum hann var á í dag. Aðrir kavbátar hava verið longri niðri. Eitt nú var amerikanski filmleikstjórin James Cameron 11.000 metrar niðri í Marianergrøvini fyrr í ár. Hann var einsamallur.
Tøkniliga var dagurin í dag góður hjá kinesarum, tí samstundis sum tríggir kinesarar vóru meiri enn 7.000 metrar niðri í dýpinum, bundu tríggir aðrir kinesarar tvey rúmdarfør saman í ringrás um jørðina. Tveir menn og ein kvinna mannaðu rúmdarfarið Shenzhou-9.