Mannagongdin viðvikjandi kanningarúrslitum verður broytt

Frá í dag at rokna verður einans ringt til teirra, sum hava fingið staðfest coronasmittuna

Í dag verður mannagongdin viðvikjandi kanningarúrslitum broytt. Áður eru øll fólk, sum hava latið seg kannað, uppringd við svari um kanningarúrslit.

Frá í dag at rokna verður einans ringt til teirra, sum hava fingið staðfest coronasmittuna. 

Kanningar í Suðuroy, sum eru gjørdar aftaná fyrrapartstúrin hjá Smyrli, verða greinaðar dagin eftir kanningina, og úrslitið av hesum kanningunum verður tá fyrst tøkt annan dagin eftir kanningina.

Næstan 10.000 kanningar

Í løtuni er ongin føroyingur staðfestur smittaður við coronasmittuni. Hetta byggir á í alt 9.568 kanningar. 

Tað upplýsir Landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í alt hava 187 føroyingar fingið staðfest coronasmittuna, og allir 187 eru staðfestir frískir. 

102 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og allar kanningarnar vóru negativar. Ongin nýggjur smittutilburður er staðfestur í Føroyum síðani 22. apríl. Sostatt hevur ongin fingið staðfest smittu í teimum seinastu 3.298 kanningunum.

Ongin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.