Sunnudagstúrur
Myndir: Jens Kristian Vang
Undir Vestmannasundi:Hjá nógvum gjørdist tað ársins sunnudagsútferð, tá farið var til gongu undir Vestmannasundi sunnudagin. Alt í alt mundi eini hálvttriðjatúsund fólk vera við í tiltakinum, sum nevnt varð »Runnið undir sundi«.
Hugskotið spratt í summar, tá kunnjgørt varð, at Vágatunnilin skuldi latast upp fyri almennari ferðslu tann 26. november. Tá setti Sandavágs Ítróttarfelag seg i samband við leiðsluna fyri Vágatunnilin og bað um loyvi at sleppa at skipa fyri hesum tiltakinum, sum nú var. Longu tá høvdu fleiri onnur feløg fingið sama hugskot. Eisini útlendsk. Men leiðslan metti tað rímiligtr, at eitt felag í Vagum slapp at vera við. Treytað varð tó, at tað skuldi vera saman við felagnum fyri frælsan ítrótt, Bragdinum.
Og síðan hava sandavágsfólk fyrireikað tiltakið, sum varð avgreitt sunnnudagin. Hóast okkurt hendinga lítið var, sum fyrireikararnir í ávísan mun ikki fingu gjørt so nógv við, vóru fók á einum máli um, at tiltakið eydnaðist serstakliga væl.
Eitt var, at einki wc var at finna Vágamegin. Men grundin var tann, siga fyrireikararnir, at einki slíkt, sum kann flytast, finst í landinum. Royndir hava verið gjørdar kring alt landið at finna eitt slíkt, men til fánýtis.Og eisini fólk, sum spurd hava verið, hava verið so hugtikin av tiltakinum, at tey uttan víðari eru farin víðari við fyrispurningunum. Tó úttan úrslit. Tælo frættist einki um, at nakar var so sprongdur kortini, at tað gjørdi nakað.
Í aðrar mátar skiltist á fólki, at einki var at finnast at. Fyrireikararnir fingu yvirhøvur rós fyri at klára at gjøgnumføra hetta stóra tiltakið.
Fólk úr at kalla øllum landinum høvdu leitað sær undir Sundið hendan dagin. Flest vóru tey úr Havn, meðan Sandavágur lá sum nummar tvey. Annars vóru tey spjadd viða um. Nógv úr Norðoyggjum, serliga Klaksvík, og eisini innan av Skálafriði var væl av fólki komið at ganga hendan túrin.
Klaksvíkingar, sum Sosialurin hitti, vóru spentir at síggja tunnilin. Teir gleða seg sum vera man, til teirra verður veruleiki.
Myndammaður okkara, Jens Kristian Vang, var á stðanum, og vit lata myndir hansara siga frá tiltakinum.