Mannarættindi inn um skúlagátt

Í gjár handaðu umboð fyri Amnesty International, Føroya deild, leiðaranum á Landsmiðstøðini fyri undirvísingaramboð eitt sera týdningarmikið hefti, sum er ætlað næmingunum í øllum 8. flokkunum kring landið.

Heftið ber heitið ?Mannarættindi? og er ein gáva frá Amnesty til føroyskan skúlaungdóm í sambandi við, at tað í ár eru liðin 50 ár, síðani alheimsyvirlýsingin um mannarættindi varð lýst og sett í gildi.


EITT gott og frálíkt tiltak, sum sera virkna føroyska deildin av Amnesty enn einaferð borðreiðir við. Vit kunnu bert fegnast um tað stóra og slóðbrótandi arbeiði, sum hesin felagsskapurin ger. Eingin ivi er um, at føroyingar gjøgnum henda felagsskap gerast ikki bert tættari knýttir at altjóða samfelagnum - føroyingar læra eisini at vísa virðing fyri øðrum menniskjum og læra at stríðast fyri grundleggjandi mannavirðum so sum mannarættindi. At føroyskur skúlaungdómur fær tilfar á sínum egna máli at kunna seg við í einum so álvarsligum spurningi sum júst hesum, er bara at fegnast um. Tú kanst ongantíð gera ov nógv við júst spurningin um mannarættindi, tí sum partur einum størri heimi hava eisini vit skyldu og ábyrgd mótvegis teimum, sum verða kúgað og undirmett. Hóast vit eru fá so kann eisini okkara samhugi og solidaritetur við hesum kúgaðu vera teimum til hjálpar. Og talan er ikki bert um tilafturskomin lond. Eisini í sokallaða siviliseraða vesturheiminum verða gjørd brot á grundleggjandi mannarættindini. Eitt nú er deyðarevsingin í USA eitt av ringastu brotunum á nettup somu mannarættindi. Henni eiga vit eisini at stríðast ímóti.


VIT ynskja teimum fólkum, sum arbeiða hjá Amnesty alt tað besta og vóna, at teirra slóðbrótandi arbeiði kann bera ávøkstur sum eitt nú millum føroyskan skúlaungdóm, ið einaferð skal víðari út í gerandislívið. Tá er sanniliga gott at hava góða barlast við sær, og ein partur av slíkari barlast at fara víðari við í lívinum er samhugi og solidaritetur við teimum, sum verða kúgað og ein krittisk støða mótvegis teimum, sum kúga og bróta mannarættindini. í oddagrein okkara leygardagin hendi tað mistak, at 50 ára dagurin fyri yvirlýsingina um mannarættindini kom í bland við 53 ára stovningardag ST. Vit skrivaðu, at ST kundi hátíðahalda sín 50 ára føðingardag í ár. Tað er Heimsyvirlýsingin um Mannarættindi, sum er 50 ár, men henda yvirlýsing var eitt av mest týðandi arbeiðunum, sum ST fór undir eftir stovnanina í 1945.