Mannasmuglarar avdúkaðir

Týska løgreglan hevur avdúkað eitt brotsmannalið, sum hevur smuglað umleið 2.000 fólk inn í ES tey seinastu trý árini. Talsmaðurin hjá løgregluni í Stuttgart sigur, at løgreglan hevur tikið 11 fólk í sambandi við málið. Tey 11 eru úr Týsklandi og Turkalandi. Harumframt hava myndugleikarnir í Turkalandi tikið 33 fólk nærhendis Istanbul, sum hevur verið høvuðsstøð hjá mannasmuglarunum.

Sum skilst hava smuglararnir flutt fólk við vøruvognum úr Istanbul til Athen. Haðani fóru tey so við ferju til Italia og vórðu síðani spjadd út um Evropa. Kanningarnar hava eisini avdúkað, at smuglararnir høvdu eisini leigað skip til at flyta fólk úr Grikkalandi til Italia, og at teir eisini hava brúkt skjóttgangandi stuttleikabátar til flutningin.

Talsmaðurin hjá løgregluni í Stuttgart sigur, at málið vísir, hvussu væl skipað mannasmuglingin til Evropa er, og at tað er vorðið lættari at smugla fólk til Schengen-londini.