Mannfall í báðum legunum

Tað eru tvey lið, sum tað síðstu vikurnar hevur verið rættuliga soltið hjá, ið hittast á Svangaskarði í kvøld.

Dagsskráin hjá B68 er rættuliga einføld. Tað snýr seg um at bjarga sessin í bestu deildini. Undan sjey teimum síðstu umførunum leypir bara eitt stig av í kappingini við TB um at sleppa undan niðurflytingarplássi.
Í fyrsta dystinum eftir summarsteðgin vann B68 2-0 á heimavølli ímóti FCSuðuroy. Í fýra teimum seinastu royndunum hevur úrtøkan bara verið tvey stig.
KÍ hevur bara vunnið fýra stig í teimum fimm royndunum síðani summarsteðgin.
Henry Heinesen, John Hammer og Heðin Klakstein eru leikbannaðir í Klaksvík. Á Toftum er Einar T. Hansen leikbannaður, og fleiri spælarar eru skaddir. Keita og Kamara sita framvegis uttanfyri. Kristian Anton Andreasen er ikki førur fyri at spæla, og tað er rættuliga ivasamt, um Jann Ingi Petersen verður við.
KÍ hevur vunnið báðar dystirnar ímóti B68 fyrr í ár. Í 7. umfari var støðan 0-0, tá ið tíðin var um at vera farin á Svangaskarði, men KÍ vann 2-0. Í 12. umfari var úrslitið í Klaksvík 3-0.
Tað verður svenskur dómari á Svangaskarði íkvøld.
B68-KÍ: Dragan Banjac mikudagin klokkan 18.00.