Mannfall í Gøtu

Fleiri av vanliga føstu spælarunum verða neyvan tøkir, tá Víkingur um vikuskiftið tekur móti Skála

Eftir eina heldur treka byrjan hevur Víkingur veruliga fingið glið á seinasta mánaðin. Seinastu fimm dystirnir hava kastað 12 stig av sær, og í steypakappingini hava teir sera gott útgangsstøði undan seinnu hálvfinaluni móti EB/Streymi.

 

Tí verða Víkingarnir roknaðir sum stórfavorittar, tá botnproppurin av Skála kemur á vitjan sunnudagin, men tað verður so uttan fleiri av vanliga føstu spælarunum, at teir ljósabláu skulu royna seg.

 

Í vikuni hevur Filip Djordjevic gingið á høkjum eftir samanbrest í dystinum á Argjum seinasta sunnudag, og eisini eru  Hans Jørgen Djurhuus og Dánjal Pauli Lervig á skaðalistanum.

 

Hartil er Sølvi Vatnhamar ikki tøkur hesaferð. Hann hevur annars í fleiri umførum verið heima og hjálpt liðfeløgunum, men nú er próvtøkutíð, og tí hevur hann neyvan stundir at flúgva heim til dystin móti Skála.