Herfyri heiðraði Klaksvíkar kommuna nakrar sløkkiliðsmenn fyri tænastu í ávikavist 20, 25 og 30 ár.
Ein av monnunum, sum ikki var heima júst tann dagin, var Manni Waag Høgnesen, sum nú býr í Danmark.
Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Jógvan Skorheim og Finn Hansen, sløkkiliðsleiðari, handaðu Manna nakað seinkaðu heiðusplátuna á lítlari samkomu í Klaksvík í gjár.