Tey trý manningarfeløgini, Føroya Skipara-og Navigatørfelag, Føroya Fiskimannafelag og Føroyskir Fiskimenn Uttanlands, hava í fleiri ár hildið aðalfund og landsfund millum jóla og nýggjárs.
Í ár helt Fiskimannafelagið kortini sín landsfund longu hin 20. desember, sum ikki hevur verið vanligt.
Um fundardagurin kanska ikki passaði fiskimonnum best, vita vit ikki, men uppmøtingin hevur onkuntíð verið væl betri enn henda dagin í hølum Føroya Arbeiðarafelags.
Leygardagin hin 28. desember - tað er í dag - heldur Føroya Skipara-og Navigatørfelag sín aðalfund á Hotel Føroyum, og hesin fundur byrjar á middegi.
Á heimasíðu felagsins stendur einki um, hvussu fundarskráin sær út og ei heldur, um gestarøðari er við á aðalfundinum. Á heimasíðuni verður fundurin fráboðaður við degi, klokku og fundarstaði, og síðan stendur ”les meira”. Men, tá trýst verður á ”les meira”, er kortini einki at lesa.
Reglurnar fyri felagið greina ivaleyst neyvari, hvør vanliga dagsskráin fyr aðalfund Føroya Skipara-og Navigatørfelags er.
Føroyskir Fiskimenn Uttanlands fara at halda aðalfund í hølunum hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag í Jekaragøtu 10 mánadagin 30. desember klokkan 14.
Sambært skránni fyri aðalfundin hjá Føroyskum Fiskimonnum Uttanlands bjóðar formaðurin vælkomin, og síðan koma fólk frá Taks at greiða frá um nýggju eftirlønarlógina, sum kemur í gildið hin 1. januar 2014. Møguleiki verður eisini hjá fundarluttakarunum at seta spurningar.
- Tá fólk hjá Taks eru liðug við sína framløgu, verður aðalfundurin hildin sambært viðtøkum felagsins, sigur felagið Føroyskir Fiskimenn Uttanlands.