Fiskivinna
Ert tú fiskimaður, liggur tað ikki í tínum hondum at avgera, nær tú ert heima, og nær tú ert burtur. Tú kanst í ein ávísan mun leggja til rættis tíðina umborð, men tað vil altíð vera soleiðis, at tú onkuntíð kundi hugsað tær at verið heima, tá ið tú noyðist at vera burtur.
Burtur á jólum
Allir fiskimenn kundu eins og flestu onnur hugsað sær at verið heima á jólum, men soleiðis fellir tað ikki altíð hjá sjófólki, minni enn so.
Báðir langfaratrolararnir hjá JFK-Troli í Klaksvík verða burtur á jólum. Um ársskiftið, tá ið fólk hugna sær heima við hús saman við sínum kæru, verða stívliga 60 mans, sum sigla við hesum báðum skipum, í russiskum sjógvi í Barentshavinum.
Brúkilig veiða
Hanus Hansen, stjóri í JFK-Troli, sigur, at Skálaberg hevur roynt har uppi í eini 25 samdøgur, og Sundaberg er nýliga farin og nærkast nú fiskileiðunum har eysturi.
- Fiskiskapurin í russiskum sjógvi hevur verið brúkiligur, síðan Skálaberg byrjaði nýggjan túr. Gongst, sum ætlað, koma bæði skipini heimaftur einaferð í januar mánaða.
Hann sigur, at útlitini í Barentshavinum eru, at kvoturnar fara at minka, men prísirnir hava verið góðir.
- Árið í ár hevur roynst rímiliga væl hjá báðum skipunum, og vit vóna, at komandi ár eisini verður á eini leið, sigur Hanus Hansen.
Svartkalvi
Sundaberg var á Klaksvík herfyri, har okkurt var gjørt við spølini.
Skipið hevur roynt eftir svartkalva í Grønlandi, og reiðarin sigur, at veiðan á túrinum var eini 300 tons.
Nú skipið var heima á veg upp í Barentshavið, løgdu teir ikki veiðina upp.
- Svartkalvin er umborð enn, og tá ið skipið kemur heim aftur úr Barentshavinum í januar, verður øll veiðan løgd upp, sigur reiðarin, Hanus Hansen.