Manningin á Ågot á skúlabonki

- Tað var skiparin á Ågot, Eyðstein Poulsen, sum vendi sær til okkara og spurdi, um manningin kundi koma á Fiskivinnuskúlan á eitt dagskeið í hagreiðing av ráfiski, sigur Eyðun Leo, praktikleiðari og projektvegleiðari á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna

Fiskivinna

Fyri fyrstu ferð í søguni hjá skúlanum, hevur ein heil skipsmanning sitið á skúlabonki á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.
Talan er um manningina á línuskipinum Ågot í Klaksvík.
Eyðun Leo, sum er praktikleiðari og projektvegleiðari, sigur, at tað var skiparin á línuskipinum, Eyðstein Poulsen, sum sjálvur vendi sær til skúlan.
- Hann vendi sær til okkara og spurdi, um vit kundu skipa fyri einum stuttum skeiði um rávøru, hagreiðing av rávøru, góðsku og sporføri, og tað var eisini skiparin sjálvur í samráð við manningina, sum valdi evnini, ið skúlin skuldi taka upp á skeiðnum.
Tað var tískil manningin, sum setti dagsskránna fyri skeiðnum, sum Fiskivinnuskúlin síðan legði til rættis.
- Vit settu Drós í Ólavstovu at skipa fyri tí teoretiska partinum, og síðan fingu vit ymiskar fiskakeyparar at greiða frá.
Eyðun Leo sigur, at Drós hevur fingist nógv við góðskustýring og matvørutrygd. Hon hevur starvast hjá Royal Greenland í Grønlandi, og hon hevur eisini arbeitt sjálvstøðugt í Føroyum í eina tíð, umframt at hon hevur tímar á Fiskivinnuskúlanum.
- Tað vóru eisini aðrir lærarar og fólk úr vinnuni, sum luttóku í undirvísingini, og ein av teimum, sum var við, var Oluf Færø, vinnugranskari, sum eitt nú greiddi frá um sporføri.
Projektvegleiðarin á Fiskivinnuskúlanum heldur tað vera ógvuliga positivt og áhugavert at hava manningina á Ågot á skeiði í ein dag.
- Hetta er ikki nakað, vit hava lýst við alment, tí til tess eru umstøðurnar á skúlanum ikki nóg góðar, men royndin hesaferð ger, at vit avgjørt hava hug at royna hetta aftur.
Hann sigur, at tað, at manningin á línuskipinum var so positiv yvirfyri hesi royndini, gjørdi, at Fiskivinnuskúlin eisini var positivur og gjarna vildi royna at fremja skeiðið í verki.
- Vit settu okkum fyri, at skuldu vit skipa fyri einum tílíkum skeiði, skuldi tað gerast ordiligt, og eg haldi, at øll vóru nøgd, tá saman um kom.
Eyðun Leo sigur seg vóna, at umstøðurnar á nýggja fiskivinnuskúlanum verða so mikið góðar, at skúlin eitt nú fer at kunna bjóða eina slíka tænastu sum hesa, tey nú hava roynt.
Tað vóru 15 av manningini á Ågot, sum tóku lut á skeiðnum sum vardi í 5 klokkutímar og í fyrsta lagi snúði seg um línuveiddan fisk.
- Eg haldi, at fiskakeypararnir dugdu óføra væl at greiða frá sínum sjónarmiðjum.
Projektleiðarin sigur, at høvi var eisini til orðaskifti um ráfisk, hagreiðing og góðsku.
- Eg haldi, at tað sum heild eydnaðist sera væl at knýta teori og praksis saman. Línumenninir søgdu seg vera væl nøgdar, tá teir fóru avstað aftur, og vit vóna, at teir framhaldandi eru nøgdir, nú skeiðið er sodnað nakað, sigur Eyðun Leo.
Manningin á Ågot hevur lovað Fiskivinnuskúlanum eina eftirmeting av tí, sum fór fram 17. apríl í Vestmanna.