Manningin á Smyrli tekur als ikki undir við útsøgninum hjá Jan Haldansen, leiðara á sjódeildini hjá Strandferðsluni, um at seta Regin Vágadal aftur í stjórastarvið
- Vit siglani starvsfólk hjá Strandferðsluni vilja upp á tað kraftigasta taka frástøðu frá hesum hesum úttalilsi, tí vit eru høvrki hoyrd ella eftirstpurd um hetta málið!
So greið er manningin á Smyrli um úttalilsini hjá Jan Haldansen, leiðara á sjódeildini hjá Strandferðsluni, sum í gjár heitti á landsstýrismannin um at seta Regin Vágadal aftur í starv. Við útvarpið seðgði Jan Haldansen:
- Tað er Regin, sum er primos motor í strategiætlanini fyri, hvussu Strandferðslan kemur víðari. Hann hevur sett okkum í starv, liggur inni við vitanini um stovnin og fyri okkum er tað øgiliga umráðandi, at hann kemur aftur.