Manningin á Norrønu framúr

Tey bæði Sylvi Berit og Gustav Moland úr Noregi vóru tvey av ferðafólkunum við Norrønu, tá hon vendi við aftur til Føroya buldruta túrin fyrr í vikuni. Tey siga, at tey ongantíð vóru bangin, men tað var ólagaligt at vera umborð. Tey rósa tó manningini og siga, at tey vóru sera professionell allatíðina

Klaksvík:
Norrøna vendi aftur til Føroya týsnáttina vegna illveður, tá hon var á veg til Íslands.Ferðafólkini fingu ein buldrutan túr, men alt gekk kortini væl.
Tvey av ferðafólkunum, sum vóru við, vóru norsku hjúnini Sylvi Berit og Gustav Moland. Tey greiða frá, at tað byrjaði at rulla beinanvegin, men tað var ikki fyrr enn seint út á kvøldið, at tað bleiv rættiliga ógvusligt. Tó leggja tey dent á, at tey allatíðina fingu at vita, hvat og hvussu frá manningini, og yvirhøvur halda tey, at manningin á Norrønu var sera professionell og dugdi væl at sýna umsorgan fyri ferðafólkunum.
Eisini fingu ferðafólkini longu framman undan fráferðini at vita, at skipið fór at verða seinkað til Íslands vegna veður.
? Av tí, at tað bleiv sagt okkum frammanundan, so var ein innstillaður uppá, at tað fór ikki at verða gott veður, siga norsku hjúnini.

Ódn
? Vit fóru tíðliga í song, tí songin var tað besta staðið at vera í, meðan tað rullaði so illa, sigur Sylvi Berit.
Gustav greiðir frá, at tað rullaði bara meira og meira. So illa, at tey noyddust at halda sær fast í songini. Lutir byrjaðu at koppa og skreiða aftur og fram í kamarinum.
Gustav greiðir frá, at tey svóvu á sjeynda dekki, so tey sóu væl. Havið var øgiligt at síggja, og frá einum av manningini fingu tey at vita, at talan var um rættiligt ódnarveður.
? Hann segði okkum, at vindmegin lá upp móti ódn, og at aldurnar vóru upp móti 16 metrum høgar, greiðir Gustav frá.
Hóast tað vóru tey bæði ikki bangin. Men siga, at serliga ljóðini og ristingarnar í skipinum vóru ólagaligar.
? Men eg hevði tað nú gott kortini, tí Gustav bleiv við at siga við meg, at tað var ikki vandi á ferð, sigur Sylvi Berit smílandi.
Gustav heldur, at skipið kendist trygt og haldgott, og tí er hann ikki í iva um, at Norrøna er eitt sjógott skip.
? Ein skal minnast til, at tá skiparin tekur frá, er tað ikki tí, at skipið ikki megnar tað, men tí at ferðafólkini ikki skulu kenna tað so øgiligt umborð, sigur hann.

Vælskipað
Tað ringasta rullið var mest um náttina, so tað bleiv ikki nógvur svøvnur.
? Mitt í øllum varnaðust vit, at tað ikki var so ringt meira. Tá róptu tey í hátalaranum, at teir høvdu vent skipinum, og at vit fingu nærri boð seinni, greiðir Gustav frá.
Sylvi Berit heldur fram, at síðani boðaðu tey frá, at kaffi og køkur vóru at fáa á fimta dekki.
? Tað var sera umhugsið av teimum, haldi eg. Ikki so nógv fyri kaffi og køkurnar, men meira hetta, at fólk savnaðust og kundu tosa um hetta, sigur hon og vísir á, at tað eru fleiri ferðafólk, sum ferðast einsamøll. Hon ivast ikki í, at tað hevur verið gott fyri serliga tey at kunna savnast við hinum ferðafólkunum.
Hatta halda tey vera eitt greitt tekin um umsorgan fyri ferðafólkunum.
Sylvi Berit og Gustav siga, at aftaná hesa lítlu løtuna við kaffimunninum fóru tey aftur í koyggjuna og tá bar til at sova.
? Og ístaðinfyri at vitja Ísland, fingu vit so tveir deiligar dagar afturat í Føroyum, siga tey brosandi.
Bæði skulu tey so heim til Bergens við Norrønu í kvøld, og tí siga tey seg als ikki stúra fyri.