Manningin á trolaranum Vágbingi koma saman á jóansøku

Talan er um gamla Vágbing, sum kom til Vágs í 1959 og sum nú liggur við bryggju í Stockholm sum teaturskip

Í 1959 kom trolarin Vágbingur til Vágs. Tað fyrstu tíðina vóru teir á ísfiski undir Føroyum, men síðani varð farið á saltfisk fyrst undir Íslandi, seinni undir Grønlandi og við New Foundland. Vágbingur var til fiskiskap fram til 1971/1972, tá hann varð seldur, fyrst til eitt felag í Vági, men seinni til Stockholm, har trolarin er umbygdur til Teaterskeppet, sum skipið eisini eitur í dag.

Jóansøku- og summarframsýningin í Sjósavninum hjá Vágs Sóknar Bygdasavni ? sum er á Seglloftinum í Stóra Pakkhúsi ? setur m.a. fokus á trolaran Vágbing. Framsýningin fevnir um myndir og skjøl, umframt forkunnugan film, sum sviin Bernhard Edin hevur tikið upp umborð á Vágbingi síðst í 1960unum og fyrst í 1970unum.

Bernhard Edin var við Vágbinginum frá 1968 til 1971/72, tá hann fór aftur til Svøríki. Men í samband við at framsýningin letur upp á jóansøku er Bernhard Edin eisini komin á vitjan aftur í Vági, hagani hann fór fyri 36 árum síðani.

Framsýningin á Sjósavninum letur ikki alment upp fyri enn fríggjadagin á jóansøku, men hóskvøldið kl. 19.00 verður hugnaløta í Stóra Pakkhúsi fyri øllum teimum, sum hava verið mynstraðir sum manning umborð á Vágbingi.

Á hugnaløtuni fer Bernhard Edin at vísa filmin, sum hann tók upp umborð á Vágbingi, umframt at Sjósavnið á Seglloftinum eisini verður opið.