Manntalsætlanin er harmleys

Spurningarnir í spurnablaðnum, sum allir føroyingar skulu svara í samband við umfatandi fólkateljingina í heyst, ganga ongum ov nær, lovar kunningarráðgevin hjá Manntali. - Felags fyri allari nýtslu av upplýsingunum, sum koma fram í svaraðu spurnabløðunum er, at eingin persónur, einki húski ella býlið má kennast aftur. Upplýsingarnar verða bara almannakunngjørdar sum hagtøl, sigur Øssur Winthereig, kunningarráðgevi fyri verkætlanini.

Ein minniluti í fíggjarnevndini og ein løgfrøðiligur ráðgevi í løgtingsumsitingini hava annars ró framundir, at uppskotið er í stríð við bæði grundlógina og evropeiska mannarættindasáttmálan, sum tryggja privatlívið, tá heimild verður givin sonevndum teljarum at koma á gátt at syrgja fyri, at spurnarbløðini verða útfylt.

Hesum vísir kunningarráðgevin hjá Manntali aftur.

- Um fólk ikki sjálvi bjóða teljaranum innum, avgreiðir teljarin ørindi síni í hurðini, durinum ella gongini, sigur Øssur Winthereig.

Minnilutin vísir harumframt á, at uppskotið - sum ásetur, at øll hava skyldu at svara spurningunum, sum m.a. snúgva seg um eym viðurskifti, so sum heilsustøðuna og brek - er í stríð við ST-sáttmálan um rættin hjá fólki, sum bera brek.

Men spurningarnir, sum eisini verða nýttir í øðrum londum, eru als ikki viðkvæmir, heldur kunningarráðgevin hjá Manntali.

- Her er talan um sonevnda ?sjálvsuppfatan? av egnari heilsu. Talan er ikki um diagnosur ella um, hvørja sjúku ella hvørji brek svararin hevur. Úrslitið verður ein hagfrøðilig mynd av, hvussu føroyingar fata sína egnu heilsu og møguligar avmarkingar í dagligum virki, sigur Øssur Winthereig.

Uppskotið um manntal hevur aðru viðgerð í løgtinginum í dag.