Mansfinalan millum ÍF og SÍ

Greitt er nú, at tað verða menninir hjá SÍ, sum skulu spæla steypafinalu ímóti ÍF. Men hjá kvinnunum skal ein hálvfinala til millum Drátt og Fleyr, áðrenn greitt er, hvat av liðunum skal møta Mjølni í steypafinaluni

Neyðugt verður hálvfinalu í steypakappingini hjá kvinn­um í flogbólti, áðrenn greitt er, um tað verður Dráttur ella Fleyr, sum kemur í steypa­finaluna ímóti Mjølni, sum verður spæld leygar­dagin 15. februar í høllini á Hálsi í Havn.
Tað er greitt, eftir at Dráttur vann 3-0 í sera spenn­andi og javnari finalu á Fleyr í Mjølnir-kappingini í Klaksvík um vikuskiftið. Mun­urin á liðunum var tann minst møguleiki, tá tað nú skuldi enda 3-0, tí settúrslitini vóru 25-23, 26-24 og 25-23.
Fleyr hevði annars møgu­leikan við sigri at sleppa bein­leiðis í steypafinaluna hjá kvinn­um, tí Fleyr vann sína egnu kapping í november. Men nú Dráttur gjørdi bart í Klaks­vík, skulu hesi bæði liðini spæla hálvfinalu annað­hvørt sunnudagin 26. ella mána­dagin 27. januar.
Finalan verður ímóti Mjølni, sum 1. desember vann finaluplássið við at vera oddalið eftir fyrsta triðingin av landskappingini. Tað var eis­ini í harðari kapping við Fleyr, tí tá fyrsti triðingurin var farin, lógu Mjølnir og Fleyr bæði á 19 stigum, men Mjølnir var samanlagt eitt sett betri.
Annars verður hetta fjórða steypafinalan á rað hjá Mjølnir, sum síðstu trý árini hevur vunnið á SÍ, sum fyri fyrstu ferð í sjey ár ikki verður í steypafinaluni hjá kvinn­um.

Fyri sættu ferð
Heilt uttan sørvingar verður steypafinaludagurin um ein góðan mánað tó ikki, tí í gjár tryggjaði mansliðið hjá SÍ sær finalusess, tá tað í Mjølnir-kappingini eydnaðist at vinna ein sannførandi 3-0 sigur á Fleyr. Settini endaðu 25-15, 25-20 og 25-14.
Longu undan Mjølnir-kappingini var greitt, at vinn­arin fór at koma í final­una, tí ÍF, ið sum oddalið í landskappingini longu hevur vunnið seg í steypafinaluna, vann Fleyr-kappingina fyrst í november.
Nevnast kann, at tá ÍF fyrst í desember stóð ovast í landskappingini, eftir at fyrsti triðingurin av henni var spældur, var tað í harðari kapping við SÍ, umframt at Fleyr eisini var inni í myndini sum triði møguleikin.
Annars er tað ikki óvanligt, at júst ÍF og SÍ møtast í steypa­finaluni hjá monnum, tí hetta verður sætta finalan teirra millum, síðani farið var undir steypafinalurnar í 2000.