Manskórið á 3. plássi í kapping í Cornwall

Á sangkapping í Cornwall í Suðuronglandi endaði Tórshavnar Manskór á triða plássi av 12. ? Hetta eru vit sera fegnir um og ernir av, sigur Stein Fossá, formaður kórinum

Um vikuskiftið var stórur manskórfestivalur í Cornwall í Suðuronglandi, har 47 kór úr øllum Evropa við 2.000 sangarum syngja á ymsum konsertum. Á festivalinum er eisini sangkapping, býtt sundur á kór við færri enn 40 sangarum og kór við fleiri 40 sangarum.
Tórshavnar Manskór var í bólkinum við kórum við færri enn 40 sangarum, og kórið endaði á triða plássi við 87 stigum. Í hesi kappingini vóru 12 kór. Tað var eitt kór úr Estlandi, sum vann kappingina við 95 stigum.
? Teir vóru ungir, í miðal 22 ár, og teir sungu sera væl, sigur Stein Fossá, formaður í kórinum.
Annað plássið vann eitt kór úr Slovenia við 90 stigum, meðan Tórshavnar Manskór á triða plássi fekk 87 stig.
? Hetta er fyrsti bretski manskórfestivalurin, sigur Stein Fossá, sum sigur, at tað hevur veirð sera spennandi.
? Vit vita ikki, hvussu vit liggja fyri, tí vit hava einki at samanbera okkum við. Tí var tað serliga spennandi, tá stig vórðu givin, tí vit ánaðu ikki, hvar vit endaðu. Men tá úrslitið var greitt, vóru vit sera fegnir, sigur Stein Fossá.
Tórshavnar Manskór sang tríggjar sangir: »Stemning«, »Vit eru føroyingar« hjá Kára Bæk og Regin Dahl og teir endaðu við Kingosálminum, »Jeg vil min Herre love«
Veðrið er einki serlig í Cornwall í dag.
? Her er vindur og regn. Helmingurin av okkum býr í kampingvognum meðan hin helmingurin býr í tjaldum. Í nátt fór eitt tjald á flog, men her stendur væl til og vit hava tað allir gott, sigur Stein Fossá, tá Sosialurin hitti hann fyri løtu síðani.
Tórshavnar Manskór kemur aftur til Føroya mikudagin.