Manslandsliðið móti HIK Aalborg

Leygardagin 11. juni skal føroyska manslandsliðið í flogbólti leika ímótivAalborg HIK, sum leikar í elitudivisiónini í Danmark.

 

Bæði fótbóltslandsliðið og hondbóltslandsliðið hava veriðí dysti um vikuskiftið. Nú er tíðin so komin til flogbóltslandsliðið, sum fær vitjan úr Danmark.

 

Liðið, sum kemur til Føroya, hevur millum annað tveir íslendingar (tvíburar), sum báðir eru 203 cm til hæddar, so tað verður eitt høgt lið sum føroyska landsliðið møtir.

 

Føroyska manslandsliðið fyrireikar seg í hesum døgum til Oyggjaleikirnar, sum byrja á Isle of Wight 25. juni 2011. Seinast fekk liðið eitt 5. pláss, men í ár eru vónirnar settar hægri, tí mett verður at liðið er munandi sterkari.

 

Venjarar hjá føroyska mansliðnum eru Romica Øster og Suni Hansen.

 

Leikararnir á føroyska manslandsliðnum eru hesir:

 

Úr Mjølni: Thorvald Danielsen og Hjalti Josephsen.

 

Úr ÍF: Rúni Weihe, Bárður Jacobsen, Brian Poulsen og Bjarni Larsen.

Úr Fleyr: Suni Juul Pedersen.

Úr SÍ: Ólavur Jensen og Jón Joensen.

Úr TB: Arthur D. Poulsen.

Úr Aalborg HIK, DK: Jóhan Petur á Stongum og Gunnar Jørgensen.

 

Dysturin verður í Hoyvíkshøllini komandi leygardag klokkan 17.00. Aalborg HIK gjørdist nr. 5 í donsku landskappingini, skrivar FBF.fo