Mansunglingar: Fleyr hevur steðgað sigursrøðini hjá SÍ

So steðgaði sigursrøðin hjá SÍ til FM fyri yngri í flogbólti

So steðgaði sigursrøðin hjá SÍ til FM fyri yngri í flogbólti, sum er í Trongisvági í hesum døgum. Eftir at hava vunnið allar finalurnar higartil, so megnaðu mansunglingarnir hjá Fleyr at vinna SÍ í finaluni.

– Í finaluni hjá mansunglingum var tað Fleyr, sum uttan stórvegis trupulleikar vann á SÍ – og tó, í øðrum setti, kundi sigurin farið báðar vegir, men havnardreingirnir hildu seg omaná, skrivar Flogbóltssambandið. 

FM-finalan í mansunglingum:

SÍ  – Fleyr, 0-3 (18-25, 23-25 og 21-25) 

Bestu spælarar vóru:

Oddur í Haraldstovu Petersen, SÍ

Hákun Heinason Weihe, Fleyr

##med2## 

Mynd ovast - Fleyr:

Aftast frá vinstru: Dan Eyðun Karbech Saxov, Mattias Nolsøe Isaksen, Hákun Heinason Weihe, Tórur Paulason, Niels Niclasen, venjari.

Fremst frá vinstru: Jónfinnur J. Hansen, Hans Sejer Tummasarson, Tórður Gunnarson Højsted, Dávið Hentze.