Hóast tað skuldi eydnast Argentina at spælt seg til HM-endaspælið í fótbólti, hóttir landsliðsvenjarin, Diego Maradona, við at rýma úr starvinum. – Skal eg halda fram, verður tað eftir mínum treytum. Tá undankappingin er av, ætli eg mær at tosa við fótbóltssambandið. Tingini eru als ikki farin fram, soleiðis sum mær varð lovað, og tað ætli eg mær at tosa við teir um, sigur Diego Maradona við argentinskar miðlar.