Maradona og Messi vunnu

Tveir dystir í Bólki B hava verið spældir í dag. Fyrri dysturin ímillum Grikkaland og Suðurkorea endaði við einum 2-0 sigri til Suðurkorea. Grikkaland sá í stórum løtum av dystinum út sum eitt lið, ið var komið í skeiva kapping. Teir nyttaðu snøgt sagt einki og gjørdu fleiri feilir, ið als ikki hoyra heima í einum HM endaspæli. Seinastu løtuna royndi teir at trýsta Suðurkorea, men fingu einki burtur úr. Málini hjá Suðurkorea skoraðu Jung-Soo Lee og Manchester United leikarin, Ji-Sung Park.

 

Seinni dysturin var ímillum Argentina og Nigeria. Gabriel Heinze skoraði einsamalla málið í dystinum. Argentina hevði fleiri møguleikar at økja, men tað var um reppi, at Nigeria stjól eitt stig til seinast. Millum annað Lionel Messi var nær við fyri Argentina.

 

Ein dystur verður seinni í kvøld, tá Ongland og USA møtast.

 

Argentina ? Nigeria (1-0) 1-0

1-0 Gabriel Heinze (6)

 

Suðurkorea ? Grikkaland (1-0) 2-0

1-0 Jung-Soo Lee (7)

2-0 Park Ji-Sung