Maradona venja landsliðið hjá Irak

Nú ljóðar, at argentinski fótbóltssnillingurin Diego Maradona skal vera venjari hjá irakska landsliðnum, og at hann skal standa á odda fyri liðnum, tá HM-endaspælið verður í Brasil um tvey ár.

Argrntinski fótbóltsagenturin Hernan Tofoni váttar fyri fjølmiðlunum, at hann er í ferð við at fáa ein sáttmála í lag millum Maradona og irakska fótbóltssambandið. Hann sigur, at irakar vilja fegnir hava ein argentina at standa á odda fyri landsliðnum, og at Maradona hevur góðan hug at royna seg.

-Diego er sera spentur, og hann ringir hvønn dag at fregnast. Og so er hann serliga stoltur, tí at hann kanska skal taka við eftir brasilsku stjørnuna Zico, sum gavst sum irakskur landsliðsvenjari í síðsta mánað, sigur Hernan Tofonmi við Reuters.

Irak er í løtuni á triðja plássi í bólki B í teirri asiatisku kvalifikatiónskappingini til HM í 2014, og sum skilst er tað als ikki vist, at liðið megnar at sleppa til Brasil.