Sunnudagin 7. november runnu vit marathon í New York, saman við okkurt um 20 øðrum føroyingum.
Tað fekk Miðlahúsið nógv burturúr. Tíðindini um tingfólkini, sum fingu "tingløn fyri at renna marathon", vórðu borin og uppafturtikin á Rás2. Á Portalinum. Í Sosialinum. Og mánadagin var aftur ein grein í Sosialinum, sum líkasum perspektiveraði og analyseraði hetta stórmál.
Sum høvuðspersónar roknaðu vit við at frætta frá Miðlahúsinum, so at tey kundu hoyra okkara grundgeving fyri, hví vit - óheft hvørt av øðrum - høvdu valt ikki at taka farloyvi dagarnar, okkum barst undan at møta til løgtingsfundir. Men tað tóktist Miðlahúsið ikki hava áhuga í.
Sostatt visti Miðlahúsið og Eirikur Lindenskov, stjóri, einki um hvar vit vóru, hvat vit gjørdu ella í hvønn mun vit røktu okkara politiska starv dagarnar eftir sunnudagin 7. november. Hann kundi fingið uppspurt, hvørt vit hava skrivað álit ella gjørt annað politiskt arbeiði í sambandi við tey málsøki og nevndarmál, vit sum framsøgufólk hava ábyrgdina av. Tí Eirikur veit við vissu, at politiska arbeiði er ógvuliga nógv annað, enn at sita á tingfundi.
Vildi hann, kundi hann eisini funnið útav, at einki týðandi mál, vit sum framsøgufólk varða av, var fyri á tingi hesar dagarnar. Og hevði Eirikur viljað, hevði hann eisini vitað, at vit ikki vóru einastu tingfólk, sum vóru burtur nakrar dagar í síðstu viku uttan at kalla varafólk inn. Hetta kunnu øll lesa í løgtingsins gerðabók, sum Miðlahúsið hevur kagað í.
Sakligur journalistikkur ...?
Vit halda tað avgjørt vera gott at pressan varpar ljós á, hvørt tingfólk, sum eru lønt við skattaborgarans pengum, røkja sítt starv. Og tað er heilt rímiligt at spyrja, um ikki vit áttu at farið í farloyvi, tá vit vóru burturstødd í nakrar dagar.
Men tá blaðstjórin nú mánadagin aftur skrivar at “Sjúrður Skaale og Bjørt Samuelsen eru farin til New York at renna marathon”, og hesaferð við at vísa til røðu hjá Tórbirni Jacobsen rør uppundir, at eitt uppskot er fallið, tí tingmanning Tjóðveldisins ikki varð fullmannað, so stendur greitt, at endamálið als ikki er at fáa lýst, í hvønn mun tingfólk røkja sín sess.
Tí blaðstjórin eigur at vita, at uppskotið at burturvísa mál 40/2010 hevði fallið, uttan mun til um hesi bæði tingfólkini ella varafólk teirra høvdu atkvøtt. Og hvussu við hinum ómannaðu liðunum? Einans 23 atkvøddu – ergo vóru 10 tinglimir, sum sambært logikkinum hjá Eiriki, ikki røktu sítt arbeiði henda dagin.
Annars er vanligt, at samgonga og andstøða gera avtalur um "clearing" t.e. at andstøðan letur eina atkvøðu færri, um ein samgongulimur ikki fær verið á fundi - og øvut. Hevði Miðlahúsið viljað, høvdu tey vitað, at vit bæði tvey høvdu gjørt slíkar avtalur við samgonguna. Og tey kundu eisini sagt fólki, at ein undirskrivað farloyvisumbøn lá klár at leggja fram, um politiska støðan kravdi tað.
Men Eirikur Lindenskov tykist halda seg til fremstu regluna hjá skandalujournalistinum, sum sigur: “Never research a good story”.
Í staðin fyri at geva sínum lesarum vitan, borðreiðir Eirikur mánadagin við eini illgiting um, hví vit ikki tóku varafólk inn - nevniliga at “... tingmanningin hjá Tjóðveldinum ikki orkar fyri Páll á Reynatúgvu.” Heldur ikki hesaferð hevur hann tosað við okkum ella forkvinnuna fyri tingbólkin hjá Tjóðveldi.
Ikki fyrr enn í gjár - eftir at Miðlahúsið hevur pumpað hesa søguna upp í eina viku - ringdi ein journalistur til annað okkara.
Niðurstøðan, sum Eirikur mánadagin ger av sínum egnu gitingum, er, at "seriøsur andstøðupolitikkur, tað er tað so í øllum førum ikki".
So kann mann spyrja seg sjálvan, hvussu seriøsur journalistikkurin hjá Eiriki Lindenskov hevur verið í hesum máli.