Tveir fótbóltsspælarar við føroyskum ættarbondum royna seg í enskum fótbólti, og har gongur tað væl hjá teimum.
Claus Bech Jørgensen hevur í fleiri ár spælt fyri skiftandi ensk feløg, og hann spælir nú fyri Blackpool, ið spælir í triðbestu ensku fótbóltsdeildini.
Claus hevur spælt 10 landsdystir fyri Føroyar, og hann hevur skotið eitt mál í hesum dystum. Eftir landsdystin ímóti Skotlandi í fjør, gav hann avboð til landsliðið, tí hann var misnøgdur við ymisk viðurskifti á landsliðnum.
Blackpool stríðist fyri møguleikanum at flyta upp í næstbestu ensku deildina, og liðið hevur enn møguleikan at røkka hesum máli. Tvey tey fremstu liðini í deildini flyta beinleiðis upp í ensku 1. deild, meðan liðini frá nummar 3 til 6 skulu spæla um at triðja og seinasta uppflytingarplássið. Tað er her, at Blackpool kann blanda seg uppí.
Nygaard í botnstríði
Marc Nygaard hevur spælt fyri danska landsliðið, og hann verður tí ikki upp á tal á føroyska landsliðnum. Hann hevur tó ættarbond á Tvøroyri og kundi tí verið føroyskur landsliðsspælari. Seinastu árini hevur hann ikki verið upp á tal til danska landsliðið.
Marc spælir fyri London-felagið Queens Park Rangers, sum ikki hevur staðið seg serliga væl í ár. Felagið spælir í næstbestu ensku deildini og liggur í botninum, har felagið stríðist fyri at sleppa undan niðurflyting.
Stríðið í botninum enn hart, og seinastu dystirnir í kappingini fara at gera av, um QPR kann halda fram í ensku 1. deild.
Fyrr í ár var Queens Park Rangers í miðdeplinum í sambandi við einum dyst ímóti kinesiska OL-landsliðnum, sum endaði við miklum roki.