Marca: Ronaldo endar í Newcastle ella í Saudiarabia

Cristiano Ronaldo fer væntandi at hava sítt livibreyð hjá saudiarabiskum eigarum

Stóri spanski ítróttarmiðilin, Marca veit í kvøld at siga, at tá talan er um komandi arbeiðsgevaran hjá Cristiano Ronaldo, so stendur tað millum tvey fótbóltslið, ið bæði hava saudiarabiskar eigarar.

 

Sambært Marca kemur valið at standa millum Newcastle United, ið hevur fingið eina stóra peningainnspræning frá saudiarabiskum eigarum, ella ríkasta fótbóltsfelagið í Saudiarabia, Al-Nassr.

 

Fyrr í dag var tað kunngjørt, at tann lønartungi og skjótt 38 ára gamli, Cristiano Ronaldo og Manchester United fara hvør til sítt, og upphevja sáttmálan millum partarnar.

 

Ítróttarliga kravið hjá Cristiano Ronaldo hevur verið eitt lið, ið kappast í Champions League. Tað ger Newcastle ikki hetta kappingarárið, men sannlíkindini fyri, at teir enda í topp-4 í Premier League eru rættiliga góð. 

 

Tað eru fá feløg, ið kunnu geva Cristiano Ronaldo tað løn, ið hann krevur fyri síni avrik á vøllinum, og tí staðfestir Marca, at tað stendur millum tvey lið við saudiarabiskum eigarum og pengum. 

 

Saudiarabiski krúnprinsurin, Mohammed Bin Salman er høvuðseigarin aftanfyri bæði Newcastle og Al-Nassr.