Marcel Kettel vann – Chris Froome framvegis í gulum

Dagsins teinur endaði við einum ferðmiklum og hendingaríkum sprinti, sum týskarin Marcel Kittel vann.

 

Bara nakrar fáa metrar frá málinum fór ein súkklari umkoll. Sjónvarpsmyndirnar vísa, at tað var bretin, Mark Cavendish, sum gav Tom Veelers eitt síðuskump, so tann seinni endaði við at detta við nógvari ferð. Viðmerkjarar meta, at Mark Cavendish møguleika verður revsaður fyri síðuskumpið. Onkur viðmerkjari hevur tó huga at hefta seg við, at Tom Veelers mest sum sær út til at forða fyri Mark Cavendish og tí hevur hug at verja bretan eitt sindur.

 

Hóast tað var tætt millum súkklararnar, so eydnaðist øllum hinum at súkkla rundaum um Tom Veelers, sum ikki tykist hava fingið álvarsligan skaða.

 

Chris Froome er framvegis í gulum og er nú beint undir hálvan annan minutt frammanfyri nummar tvey.

 

Teinurin í dag var tann 10. í røðini.

 

Úrslit – Dagur 10 í Tour de France:

1. Marcel Kittel (Germany/Argos) 4:53:25"

2. Andre Greipel (Germany/Lotto) Somu tíð

3. Mark Cavendish (Britain/Omega Pharma-Quick-Step) Somu tíð

4. Peter Sagan (Slovakia/Cannondale) Somu tíð

5. William Bonnet (France/FDJ.fr) Somu tíð

 

Samlaða støðan í Tour de France:

1. Chris Froome (Britain/Team Sky) 41:52:43"

2. Alejandro Valverde (Spain/ Movistar) +1:25"

3. Bauke Mollema (Netherlands/Belkin) +1:44"

4. Laurens ten Dam (Netherlands/Belkin) +1:50"

5. Roman Kreuziger (Czech Republic/Saxo-Tinkoff) +1:51"

6. Alberto Contador (Spain/Saxo-Tinkoff) Somu tíð

7. Nairo Quintana (Colombia/Movistar) +2:02"

8. Daniel Martin (Ireland Garmin) +2:28"

9. Joaquim Rodriguez (Spain/Katusha) +2:31"

10. Rui Costa (Portugal/Movistar) +2:45"