Tað var kanska lagnurnar speisemi, at Landsrætturin staðfesti dómin um eldásetingina í Marco Polo-málinum, samstundis sum matstovan hevði almenna móttøku í sambandi við, at hon lat upp aftur eftir eldsbrunan. Á móttøkuni, sum var væl vitjað, var borðreitt við alskyns góðum á einum stórum sjálvtøkuborði, ið var útskorið sum eitt seglskip.
Møtimikil uppgáva
Teir báðir eigararnir av Marco Polo, Sofus Hansen og Nourdin Manai, siga, at tað hevur verið ein møtimikil uppgáva at byggja matstovuna upp aftur, men nú teir eru lidnir við hetta, eru teir sera væl nøgdir við úrslitið.
Tað, sum ein beinan vegin leggur til merkis, tá man kemur innar í matstovuna, er, at stílurin innan er tann sami, sum hann var undan eldsbrunanum. Sofus Hansen sigur, at nógvir av gomlu kundunum hava spurt, um teir ikki fóru at varðveita gamla stílin, og tað hava teir so avgjørt. Nakrar broytingar eru tó gjørdar, og millum annað er køkurin fluttir, so at hann vendir niðan ímóti kondittarínum. Haraftrat er hæddin í erva nú eisini ein fastur partur av matstovuni, so at Marco Polo tilsamans hevur pláss fyri eini hálvannaðhundrað fólkum!
Í kjallaranum eru nýggj fyrstafloks nátthús gjørd umframt eitt goymsluhøli hjá matstovuni.
Umráðandi at hava skeinkiloyvi
Nú Marco Polo er latið upp aftur, hava eigararnir av matstovuni eisini avgjørt, at opið skal verða á miðdegi, har skipað verður fyri einum stórum sjálvtøkuborði. Hetta tykist vera nakað, sum av álvara hevur vunnið frama millum matstovueigararnar í høvuðsstaðum, tí tað er ikki so langt síðani, at Rio Bravo fór undir júst tað sama.
Annar av eigarunum í Marco Polo, Sofus Hansen, sigur, at tað er við at henda ein broyting í mentanini hjá føroyinginum, sum ger, at fleiri og fleiri velja at eta úti á miðdegi. Serliga eru tað tey, sum hava búð uttanlanda og venda heim aftur, sum nýta henda møguleika, leggur Sofus Hansen aftrat.
Nú matstovan letur upp aftur, er hevur hon eisini fingið skeinkiloyvi. Teir báðir, Sofus Hansen og Nourdin Manai, siga, at tað er umráðandi hjá eini matstovu at hava skeinkiloyvi. Serliga eru tað ferðafólkini, sum til dømis spyrja eftir einum glasi av víni afturvið einum góðum búffi, siga teir báðir matstovueigararnir.
Hóast matstovan nú hevur fingið skeinkiloyvi, so ætla teir ikki at svíkja tann partin av gomlu viðskiftafólkum, sum dámdu best at vera í einum rúsfríum høli og eta, sigur Sofus Hansen. Ætlanin er, at tann ovara hæddin av matstovuni í mest gjørligan mun skal vera rúsfrí, sigur Sofus, tí vit vilja fegnir varðveita øll okkara góðu gomlu viðskiftafólk.
Í køkinum hjá Marco Polo er nú eitt kent andlit at síggja. Tað er Dánjal Petur Mariusarson, sum sjálvur hevði matstovuna Nólsoyarstovu fyri nøkrum árum síðani. At hann nú er køksleiðari í Marco Polo, halda Sofus og Nourdin er ein fongur fyri matstovuna, tí at Dánjal hevur so drúgvar royndir í vinnuni. Við honum á odda er matarskráin hjá Marco Polo eisini voksin munandi, og millum annað verður nú møguleiki fyri at royna fleiri ymiskar og spennandi fiskarættir.
Gott at vera aftur
Dánjal Petur Mariusarson, sum í seinastuni hevur búleikast í London, sigur, at tað er bæði áhugavert og gott at koma aftur í føroyska matstovuheimin. Sum ábyrgdarhavandi av køkinum kemur Dánjal Petur at hava sína stóru ávirkan á matarskránna, og hann sigur, at sum heild kann sigast, at matarskráin fer at umfata mat úr øllum heiminum. Hetta merkir, at vit kunnu vænta okkum, at til dømis verður onkur væl kendur europeiskur kjøtrættur borðreiddur við einari forkunnugari eysturlendskari sós.
Marco Polo er ein familjumatstovu, leggja eigararnir dent á, og teir vísa eisini á, at matarlepin fevnir bæði um forkunnugar rættir til tey vaksnu umframt teir meiri vanligu rættirnar, sum ungdóminum og børnunum dáma best.
Spurdur, hvat fyri fiskarættir vera á matarskránni, sigur Dánjal Petur Mariusarson, at tað hava teir ikki endaliga avgjørt, tí tað veldst um, hvat fyri fiskaslag teir kunnu fáa mest støðuga levering av. Men hann leggur tó dent á, at fiskurin er umráðandi, tí tað er nakað, sum ferðafólk spyrja, hóast vit fyrst og fremst koma at liva av okkara føroysku viðskiftafólkum.
At matstovan er eina vitjan verd, kunnu vit báðir, myndamaðurin, vátta, tí vit fóru bæði mettir og vælsettir út aftur úr snotiligu matstovuni í hjartanum av Havnini, sum saknur hevur verið í.