Seinastu nógvu mánaðirnar hevur týski landsliðsleikarin, Marco Reus, verið settur í samband við fleiri stórfeløg kring heimin. Real Madrid, Barcelona, Atletico Madrid, Manchester United og Manchester City eru millum mongu feløgini, ið hava ætlað sær týska profilin afturat sínum hópi, men tað verður fyribils av ongum.
Marco Reus hevur nevniliga í dag longt sín sáttmála við týska felagið Borussia Dortmund, soleiðis at sáttmálin nú gongur út á sumri í 2019.
Ítróttarstjórin í Dortmund, Michael Zork sigur, at tey í felagnum fegnast um avgerðina hjá Marco Reus.
- Marco Reus kundi havt valt eitt og hvørt stórfelag í Europa. Tí eru vit serstakliga fegnir um, at hann hevur valt at halda fram í Dortmund, hetta hóast at felagið í løtuni liggur í tyngra endanum av Bundesliguni.
Tað verður mett, at Dortmund venjarin, Jurgen Klopp, ætlar at byggja eitt framtíðar Dortmund lið rundanum Marco Reus.