Eirikur Lindenskov
? Talan er í hesum sambandi um ein 41,80 x 11,00m feskfiskatrolara við tveimum trolbanum til Írska keyparan Patrick Conneely, sigur Álvur B. Moretensen frá Maretec á Argjum.
Skipabyggisáttmálin varð undirskrivaður í Dublin, har Álvur B. Mortensen skrivaði undir saman við kinesarunum og Írska keyparanum og til staðar vóru eisini Írski fiskimálaráðharrin, Dr. Michael Woods, umboð frá »The Bank of Ireland«, leiðslan hjá tí almenna fiskivinnustovninum »Irish Sea Fisheries Board« og ein hópur av Írskum reiðarum. Sjónvarpið í Írlandi og bløðini vóru eisini til staðar, tá sáttmálin var undirskrivaður og til móttøkuna.
Sera væl nøgdir við skipasmiðjuna í Kina
Álvur Mortensen sigur, at keyparin úr Írlandi í januar var í Kina saman við írskum skipabyggiverkfrøðingi og umboð frá tí almenna fiskivinnustovninum »Irish Sea Fisheries Board« fyri at inspisera skipasmiðjuna í Kina.
? Maretec á Argjum skipaði fyri túrinum, og Írarnir vóru allir sera væl nøgdir við skipasmiðjuna og arbeiði sum verður gjørt har, og avgjørt var eftir túrin, at byggjast skuldi í Kina, sigur Álvur B. Mortensen.
? Skipið til Írlands verður bygt á somu skipasmiðju í Kina, sum bjóðaði seg til at byggja vaktarskipið fyri føroyingar fyri góðar 20 milliónir krónir minni enn norðmenn, leggur hann afturat.
Sera væl útgjørt og frammkomi skip
Trolarin, sum nú skal byggjast í Kina, er teknaður av »Vik & Sandvik ? Skipatækni ehf« úr Noreg og Íslandi og verður 41,80 x 11,00 m til støddar. Skipið verður útgjørt við einari høvuðsmaskinu uppá góðar 2500 hestarkreftur og við sera sterkum hjálpimaskinaríi. Skipið verður bygt til dupulttroling við trimum sterkum trolspølum upp á umleið 37 tons hvørt og stórari netatrumlu. Útgerðin verður øll vesturlendsk, og skipið verður bygt í DNV ís-klassa og sambært krøvunum frá Írska skipaeftirlitinum.
? Hetta er ein mest framkomnu og best útgjørdu feskfiskatrolarum í heiminum av sínum slag - og hetta verður eisini tann størsti feskfiskatrolarin í Írlandi, sigur Ávlur B. Mortensen.
Skipið verður latið á vári ár 2000 og kostar umleið 30-40% minni, enn um bygt varð í Europa.
Írskan statsstuðul
Tann Írski keyparin var í november 1998 góðkendur av írska fiskimálaráðnum at fáa stuðul til at byggja skipið - eisini um skipið varð bygt í Kina.
Skipið verður annars fíggjað av »The Bank of Ireland«, sum er tann størsti Bankin í Írlandi.
? Hetta er prógv fyri, at myndugleikarnir í Írlandi og fíggjarstovnarnir í Írlandi eins og skipabyggiverkfrøðingar og reiðarar í Írlandi hava álit á at byggja fiskiskip í Kina. Írar eru nú sostatt eisini farnir at byggja í Kina, vísir Álvur B. Mortensen á.
? Um føroyingar eisini eru áhugaðir at byggja í Kina, eru teir vælkomnir at seta seg í samband við skrivstovuna hjá okkum, sigur Álavur B. Mortensen at enda.