Margarinfabrikkin: Barnajól

Leygardagin 3. des. frá kl. 11.00 til 16.00 skipar Margarinfabrikkin fyri barnamentanardegum Barnajól.


Barnajól er ein dagur, har Margarinfabrikkin hevur opið hús fyri øllum børnum, ungum og vaksnum.


Dagurin er skipaður soleiðis, at ymiskar verksmiðjur eru sum børnini og tey vaksnu kunnu luttaka í. Tað er ikki neyðugt at melda seg til nakra verksmiðju. Man kemur bara inn á gólvi, og luttekur um man hevur hug til tað. Børn úr Margarinfabrikkini fara eisini at framføra. Kaffi og køkur eru til gestirnar.