Marghøllin reist

Merkið veitrar nú yvir marghøllini í Vági.

Fyrrapartin varð síðsta hond løgd á arbeiðið at reisa marghøllina í Vági, og Merkið veitrar nú yvir høllini.

 

 

Stórir kranar hava í gjár og í morgun lyft stálkonstruktiónina á pláss. Nú verður farið undir at leggja dúkin á. Hann verður lyftur upp á mønuna, og tá hann liggur har sum ein pylsa, verður dúkurin rullaður út, til hann er komin á pláss.

 

 

Á myndini sæst marghøllin og Pálshøll, og ein kann gera sær eina mynd av støddini á nýggju høllini, um ein samanber.