Eirikur Lindenskov,
nevndarformaður í P/F Miðlafelagnum
Tað er sera áhugaverdur lesnaður, tá fjølmiðlarnir viðgera vinnuvirki, greina roknskapir og greiða vanliga lesaranum frá, hvussu fíggjarstøðan hjá ávísum vinnuvirkjum er, tí roknskapir eru fyri flestu fólk sera torskildur lesnaður.
Á Dimmu er blaðmaður, sum eftir øllum at døma serliga hevur lagt seg eftir hesum, og í gjár tók hann Sosialin undir luppin.
Men tað er synd at siga, at lesarin gjørdist klókari upp á fíggjarstøðuna hjá Sosialinum – tí tú skalt gera tær stóran ómak fyri at grugga viðurskiftini meira, enn tað sum Dimmalætting í hesum føri leggur teigapláss til.
Blaðið kemur (eins og útvarpið um vikuskiftið) sum ketta upp úr høvdatrog og staðfestir, at Javnaðarflokkurin fekk 10 mió kr fyri feløgini, sum eru knýtt at Sosialinum. Hetta var frammi longu tíðliga í summar, tá málið varð lagt fyri Landsstýrismálanevnd Løgtingsins.
Í greinini filosoferar blaðmaðurin um, hvussu vit sum leiða Sosialin megna at gjalda ta skuld aftur, sum vit hava sett okkum í til tess at keypa blaðið. Hann hevur funnið fram til, at blaðið hevur eina eginogn upp á 1,9 mió kr. Síðani filosoferar hann víðari um, hvussu feløgini vórðu skrúvað saman fyrst í nítiárunum, tá rakstur og bygningur vórðu koyrd í hvør sítt felag. Hann hevur eisini roknað uppá, hvussu stórt yvirskotið hevur verið seinastu fýra árini fyri síðani at staðfesta, at nýggju eigararnir hava rindað fimmfalt fyri tað, sum fyritøkan er verd!
Her er tað, at tað haltar við journalistiska rannsóknararbeiðinum. Tí hóast tað kundi verið ein ynskidreymur, at tað stóð so illa til hjá Sosialinum, so er hetta kortini so langt frá veruleikanum.
Tí sum tað er sagt so ofta, so er talan um tvey feløg og tveir roknskapir. P/F Miðlafelagið og Føroya Tele keyptu Sp/f Sosialin og Sp/f Húsið frá Føroya Javnaðarflokki fyri 10 mió kr. Miðlafelagið, sum 14 starvsfólk og leiðsla á Sosialinum eiga, eigur 66%, meðan Føroya Tele eigur 34% av báðum feløgunum. Samlaði eginpeningurin er ikki 1,9 mió kr, men 5,6 mió kr.
Tað er ein himmalvíður munur á at keypa eina fyritøku fyri fimmfalt virði og so fyri knapt tvífalt virði.
Eitt er tað, at ein miðil í hesum føri ber ósannar upplýsingar um fíggjarstøðuna hjá kappingarneytanum – vit skulu nokk klára at svara aftur, men Dimmalætting kann koma øðrum vinnuvirkjum og vinnulívsfólki sera illa fyri, tá so ógreiðar og so ófullfíggjaðar analýsur verða gjørdar – tá var tað betur ógjørt.
Høvuðstøl (tkr.)
Sp/f Sosialurin 2005
U?rslit: 542.000
Eginpeningur: 1.914.000
Sp/f Hu?sið
U?rslit: 630.000
Eginpeningur: 3.873.000
Samanlagt
U?rslit: 1.172.000
Eginpeningur 5.787.000
Ognarviðurskifti:
P/F Miðlafelagið (Leiðsla og starvsfo?lk a? Sosialinum) 66%
P/F Telefonverkið (Føroya Tele) 34%