Eirikur Lindenskov
Blaðstjóri
Heini Gaard hevur IKKI ringt til mín, hvørki heim til hús, á fartelefon ella á Sosialin. Hann hevur ikki sent mær teldupost og hevur ikki sent mær SMS-boð.
Hinvegin sendi eg honum ein teldupost kl 10:07 sama morgun. Hann svaraði mær og ringdi síðani til mín, har hann segði, at hann vónaði ikki, at eg tók málið persónliga. Sjálvandi gjørdi eg tað, segði honum, og hann bað um umbering, spurdi hvat eg helt hann skuldi gera, og minti á, at felagið framvegis var mítt fakfelag.
Hann viðgekk eisini, at hann IKKI hevði roynt at fingið fatur á mær, tí tað var ikki neyðugt, tí eg hevði havt 600 møguleikar at úttala meg til útvarpið.
Eingin frá Dimmu - uttan myndamaðurin, setti seg í samband við meg, hóast trý fólk har umframt Heina Gaard hava skrivað um málið.
Tað undrar meg almikið. Tað, sum formaður blaðmannafelagsins er í holt við í hesum máli hevur eftir mínum tykki als einki við fakfelagspolitikk at gera.