Margit Andersen hevur vaskað í 40 ár

Í morgun varð hon heiðrað fyri trúgva og drúgva tænastu sum vaskifólk í Tofta skúla.

Í morgun var lítil samkoma á skrivstovuni í Nes kommunu, har Margit Andersen varð heiðrað  fyri at hava verið í starvi  í 40 ár sum vaskifólk í Tofta skúla.

 

Margit byrjaði í starvi hjá Nes kommunu hin 1. september í 1981.

 

- Hon hevur við nærlagni og trúfesti í øll hesi ár røkt starv sítt á fyrimyndarligan hátt, segði Súni í Hjøllum, borgastjóri, tá hann heilsaði henni í morgun.

 

Vegna bygdaráðið í Nes kommunu takkaði borgarstjórin Margit Andersen fyri trúgva og drúgva tænastu, áðrenn hann handaði henni málning og blómur.

 

Tað er Jón Magnus Joensen, ið hevur málað.

 

##med2##