Margit og EH Aalborg vunnu seg víðari í uppflytingarspælinum

EH Aalborg skal spæla móti antin Ajax ella Skanderborg um rættin at spæla í bestu donsku hondbóltsdeildini komandi kappingarár

Føroyski málverjin, Margit Weihe Fríðmundsdóttir og liðfelagar hennara í EH Aalborg hava vunnið sær rættin at spæla móti antin Ajax ella Skanderborg um eitt pláss í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Fyrr í dag vann EH Aalborg á heimavølli 26-23 (10-9) á Holstebro í tí triðja Play Off dystinum, og harvið ein samlaðan 2-1 sigur í dystum.

 

Í morgin klokkan 14 tekur Skanderborg móti Ajax í seinasta dystinum í niðurflytingarbólkinum í bestu deildini. Skanderborg hevur tvey stig og Ajax hevur eitt stig. Liðið sum endar aftast skal spæla móti EH Aalborg um rættin at spæla í bestu deildini komandi ár.

 

Verður tað Ajax sum endar aftast verður talan um eina føroyingauppgerð í uppflytingardystinum, tí Ajax hevur ikki færri enn tríggjar føroyskar leikarar á liðnum, Súnu K. Hansen, Lív S. Poulsen og Rakul Wardum.