Margreta drotning II - á trónuni í hálva øld

Tann 14. januar 2022 kann Margreta drotning II hátíðarhalda, at hálv øld er liðin, síðani hon gjørdist drotning.

 

Posta gevur í sambandi við hátíðardagin út eitt smáark, har Margreta drotning II situr framman fyri Kirkjubømúrin. Drotningin er í føroyskum klæðum, og kring hana er grønur bøur og blátt hav. Á tann hátt vísir hetta smáarkið tokka hennara til Føroyar, og føroyska søgu, mentan og náttúru.

 

Stóri áhugin, sum Margreta drotning II hevur víst Føroyum og føroyskari mentan, hevur havt stóran týdning fyri góða umdømi hennara í Føroyum. Hóast øll ikki eru samd um, hvønn týdning kongshúsið eigur at hava í dag, so ber illa til at hava annað enn virðing fyri einari drotning, sum hevur lært seg føroyskt mál og føroyskan dans. Harumframt ber hon føroysku klæði síni við stoltleika, og hon hevur dygt innlit í føroyska list og man hava vitjað so at siga hvønn krók í landinum.

 

Viðurkendi norski listamaðurin, Martin Mörck hevur sniðgivið og myndrist smáarkið.