Margreta drotning styttir túrin í Føroyum

Vitjanin hjá Margretu drotning og Hendriki prinsi byrjar sum ætlað mánadagin 15. juni. Men ferðin verður styttri enn ætlað

Vitjanin hjá Margretu drotning og Hendriki prinsi byrjar sum ætlað mánadagin 15. juni. Men ferðin verður styttri enn ætlað.

 

Tá in.fo spurdi hjá Ríkisumboðnum, um ferðin hjá kongshjúnunum verður broytt ella avlýst, vistu tey ikki. Men kongshúsið váttar fyri Ekstrablaðum, sum hevur spurt, um fólkatingsvalið órógvar Føroyaferðina, at ferðin verður stytt.

 

Drotningin skal verða í Keypmannahavn dagin eftir valið, 19. juni, tá floksleiðararnir skulu á Amalienborg at hitta drotningina fyri at siga henni, hvør tey halda skal verða forsætisráðharri, Helle Thorning-Schmidt ella Lars Løkke Rasmussen.

 

Eftir ætlan skuldi ferðin hjá kongshjúnunum í Føroyum enda 19. juni.

 

– Ferðin hjá kongshjúnunum í Føroyum verður sum ætlað, men skráin verður sjálvandi tillagað í mun til valið, sigur Lene Balleby, samskiftisstjóiri hjá hóvinum, við Ekstrablaðið.

 

Hon sigur, at tað verður bara fríggjadagin fyrrapart, at skráin verður órógvað.