Margreta fegin um vitjan í Mykinesi

Dimmið lætti, og sólin tók ímóti drotningini í Mykinesi. Tað er triðju ferð, at drotningin vitjar Mykines, og tað skiltist, at hon var sera glað fyri at koma aftur til oynna. Varaborgarstjórín í Sørvágs kommunu, Jóhan á Ørg, bjóðaði Margretu drotning og Hendrikki prinsi vælkomnum til Mykines. Drotningin fekk blómur frá Ronju í Eyðanstovu, ið er eitt av tveimum skúlabørnum í Mykinesi.

Drotningin og fylgið gingu runt í bygdini, meðan Oskar Joensen greiddi frá.

Vitjað vaðr í Kristianshúsi, har málningar av Sámal Joensen Mykines vóru vístir fram.

Síðani fekk drotningin og fylgið ein betri bita í bygdarhúsinum, áðrenn leiðin gekk til Miðvágs og Vestmanna.