Margretha Egholm 100 ár

Í dag, 28. mai, verður Margretha Egholm í Havn 100 ár.

Margretha er ættað úr Miðvági, dóttir Henriettu, f. Joensen, við Kirkjar og Jóannes Niclasen, í Skálalonini, bæði úr Miðvági. Hon var nr. 5 av 11 systkjum. Margretha fór sum ung til Hvalbiar at tæna í bóndagarðinum í Stórstovuni, seinni kom hon til Havnar at tæna. Hon fór eisini á húsarhaldsskúlan "Haraldsborg" í Roskilde. Í 1928 giftist hon við Petur Egholm (1898-1954) úr Havn. Tey fingu ein son, Jens Petur, sum hevur arbeitt hjá P/F Poul Hansen í 46 ár. Petur arbeiddi á Mullerskontóri í Havn, har hann reiddi út skip. Hann umboðaði tryggingarfelagið "Færøernes Gensidige Forsikringsforening". Petur reiddi eisini skip út sjálvur og var ein av stovnarunum av UVAK, sum høvdu fleiri trolarar frá miðskeiðis í 30-unum til fyrst í 50-unum. Margretha og Petur búðu í J.C. Svabosgøtu, við síðuna av gamla Sjómansskúlanum, og í mong ár búðu sjómanskúlanæmingar hjá teimum. Tey høvdu neyt uppi við Kongaminni, og Margretha gekk hvønn dag niðan har at mjólka.
Margretha eigur tvey ommubørn, Petur og Honnu Margrethu, og sjey langommubørn.
Margretha býr í dag á Lágargarði, hon er frammi hvønn dag og er hampuliga væl fyri. Føðingardagurin verður hildin á Lágargarði frá klokkan 15 -til 18,
har øll eru vælkomin.