Margretha Nónklett er nýggi leiðarin fyri Tórshavnar býarsavn. Tað boðar høvuðsstaðarkommunan frá á heimasíðu síni. Nýggi leiðarin hevur sín fyrsta arbeiðsdag 15. august.
Margretha Nónklett er 43 ára gomul og útbúgvin bachelor í folkloristik (tjóðminnafrøði) og cand.mag í evropeiskari etnologi (fólkalívsfrøði) frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn.
Av arbeiðsroyndum verður nevnt, at hon í løtuni starvast sum fulltrúi og toymisleiðari í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum og hevur eisini verið dagligur leiðari fyri Amnesty International Føroya deild.
Talan er um eitt nýtt starv og upplýsir kommunan, at høvuðsuppgávan hjá savninum er at lýsa menningina og tey mentanarligu og vinnuligu rákini, ið so ella so hava sett síni fingramerki á gerandisdagin hjá havnarborgarum og kommununi sum heild, serliga við denti á tíðarskeiðið frá miðskeiðis í nítjandu øld fram til nýggja tíð.
Sambært kommununi vóru átta umsóknir til nýggja starvið.