Margretha umhugsar trúnuna

Margretha drotning umhugsar av álvara at siga trúnuna frá sær. Tað stendur í einari nýggjari bók, sum er á veg. Sambært blaðnum B.T. vil Heindrikur prinsur sleppa at flyta til Fraklands, haðani hann er ættaður, og drotningin er til reiðar at siga trúnuna frá sær, so prinsurin kann fáa sín vilja.

Margretha drotning fyllir 70 tann 16. apríl næsta ár, og sambært bókini umhugsar hon at fara frá tá. John Lindskog, sum hevur skrivað ta nýggju bókina, sigur við B.T., at hann endurgevur keldur, sum standa kongshúsinum nær.

Hann sigur, at drotningin hevði ikki hug at siga trúnuna frá sær, men at ymisk viðurskifti hava fingið hana at broyta hugsan.

John Lindskog hevur fyrr skrivað bøkur um Simon Spies og Bøje Nielsen.