Maria á Lakjuni: Saknurin av Jensu verður stórur

Betri deildin kvinnur: Maria og Víkingur skulu klára seg uttan ársins spælara

Víkingur má í ár klára seg uttan ársins spælara 2022, Jensu Tórolvsdóttir, sum er farin til Danmarkar at royna seg - Mynd: Bjarni Enghamar / Savnsmynd

Um vikuskiftið byrjar landskappingin í Betri Deildini hjá kvinnum, og Fótbóltssambandið hevur hugt nærri at liðunum í deildini. Ljósabláu víkingarnir – sum í fjør endaðu á fimta plássi í landskappingini – fara nú inn í seinastu venjingarvikuna í uppstartinum, og tær gleða seg heilt nógv til kappingarbyrjan. 

 

– Fyrireikingarnar hjá okkum ganga væl og samanhaldið er sera gott! Vit møta væl upp til venjingarnar, venja hart og væl, og vit hava tað samstundis eisini stuttligt í venjingunum, sigur Maria á Lakjuni í samrøðu við Fótbóltssambandið.

 

Størsta broytingin á víkingsliðnum er púra vist, at ársins spælari 2022, Jensa Tórolvsdóttir er farin til Danmarkar at royna seg í bestu donsku deildini. Harumframt er Jórun í Túni Petersen úti við drúgvum knæskaða.

 

– Vit hava sum heild ein stabilan hóp, tó so at her eru nakrar broytingar. Tað er ein stórur missur hjá okkum, at Jensa er farin til Danmarkar at spæla, og tað er eitt stórt pláss at fylla. Harumframt er Jórun úti hetta kappingarárið, og vit gleða okkum til, at hon kemur sterkt aftur næsta ár. Men hinvegin hava vit fingið fleiri raskar ungar spælarar upp, sum tora at vísa sínar dygdir og at taka ábyrgd á vøllinum, sigur Maria. 

 

Um málsetningin í árr sigur verjuspælarin, at Víkingakvinnurnar fara eftir einum medaljuplássi og harumframt sikta eftir at koma í steypafinaluna. 

 

Víkingur byrjar landskappingina á heimavølli móti NSÍ, sunnudagin 12. mars.

 

Víkingur má í ár klára seg uttan ársins spælara 2022, Jensu Tórolvsdóttir, sum er farin til Danmarkar at royna seg - Mynd: Bjarni Enghamar / Savnsmynd