Maria Biskopstø nýtt føroyskt met í 800 m í Brússel

Rutt Hjelm Gregersen/treysti.fo

Í gjár, leygardagin 23. mai, luttók Maria Biskopstø í IFAM Outdoor í Brússel. Har luttók hon í 800 metra renning.

Maria rann teinin javnt, við 64 sekundum á fyrra umgangi og 65 sekundum á seinna umgangi, og endaði við tíðini 2:09.72.

 

Við hesi tíðini setti hon føroyskt met við einum sekundi. Gamla metið átti Rebekka Fuglø við tíðini 2:10.72, sum hon setti á Østerbro í Danmark í 2017.

 

Maria er sostatt fyrsta føroyska kvinnan, sum rennur teinin undir 2:10.

 

Í dag, 24. mai, skal Maria royna seg í 400 metra rimarenning.

 

Rutt Hjelm Gregersen/treysti.fo