Maria fekk Eik granskingargávuna 2007

Á hátíðarhaldi týsdagin 18. desember í høvuðssætinum hjá Eik yviri við Strond handaði Bjarni Olsen, stjóri, Mariu Dam hina sonevndu granskingargávuna, sum er upp á 50.000 krónur.

Maria Dam er evnafrøðingur við serkunnleika innan eiturvistfrøði og arbeiðir á Umhvørvisstovuni. Hon er norsk og hevur búð í Føroyum í nógv ár.


Í grundgevingini sigur Eik Vísindagrunnurin, at Maria fær granskingargávuna fyri sítt

slóðbrótandi arbeiði innan eiturvistfrøði í føroysku náttúruni. Hon hevur slóðað fyri á einum fakøki, sum annars var órørt í Føroyum, og hevur staðið fyri einari ørgrynni av verkætlanum, ið lýsa eiturevni og eiturvistfrøði í føroysku náttúruni - í luftini, vøtnunum, sjónum og á landi.


Eisini í altjóða høpi er hon virkin granskari. Hon hevur hon luttikið í nógvum altjóða

verkætlanum og umboðar Føroyar væl í altjóða høpi. Hon hevur prógvað, at hon er granskari á altjóða støði, er slóðbrótari á sínum fakøki í Føroyum og hevur givið okkum nógva virðismikla vitan um eiturvistfrøði í føroysku náttúruni.


Eik Vísindagrunnurin vil við granskingargávuni eggja Mariu til at halda fram við at gera gransking, sum kann koma føroyska samfelagnum til gagns.


Eik Vísindagrunnurin


Eik Vísindagrunnurin varð settur á stovn í 1986 av nevndini í Føroya Sparikassa, sum Eik Banki tá æt. Nevndin helt tað hava alstóran týdning, at vitanarstøðið í Føroyum alsamt megnar at fylgja støðinum, sum er í londunum kring okkum. Á henda hátt fekk Eik ein virknan leiklut í at fremja hetta í verki. Endamál grunsins er at veita fíggjarstuðul til vísindaliga gransking av føroyskum evnum, til fyrireiking av útgávu av vísindaverkum um somu evni og í aðrar mátar at stuðla føroyskt vísindastarv.


Fram til dagin í dag hevur grunnurin játtað uml. 3 mió. kr. í stuðli til smærri og størri vísindaligar verkætlanir. Endamálið við granskingargávuni er at veita viðurkenning av tí arbeiði ella teimum evnum, sum móttakarin hevur víst innan gransking.


Í metingarnevndini hava sitið: Andras Mortensen, landsantikvar, ph.d., Eilif Gaard, granskari, dr. phil. Og Turið Sigurðardóttir, lektari, mag.art